B71

B71

Del

Vælkomin til almennu síðuna hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71. Fótbóltur, flogbóltur, frælsur ítróttur o.a.

04/09/2026

HARALD VINKAÐI FINALU!

Komandi leygardag kl. 19.00 er Løgmanssteypsfinalan hjá monnum millum Víking og KÍ og 2 vikur seinni verður Løgmanssteypsfinala hjá kvinnum millum HB og KÍ.

Undan hesum finalum, so eru barna- og ungdómsfinalur, ið skulu avgreiðast. Í hesum sambandi, so er tørvur á dugnaligum dómarum og hesir koma ymsastaðni frá í landinum, úr ymsum feløgum.

Í og við at B71 nú í fleiri ár hevur verið frammi í skónum við at útbúgva dómarar, so er tað meir enn so komið fyri at okkara dómarar hava verið við til at dømt ymsar finalur.

Í gjár, hóskvøldið 03. septembur, var heimasandsmaðurin, Harald Egholm úr B71, annar linjuverjin til U15 dreingja finalu á Tórsvølli, har HB og KÍ brustu saman. HB vann dystin 5-1 tá avtornaði.

Til lukku tit sum spældu og vunnu, umframt tit sum dømdu og luttóku í finaludegnum annars. Hesi kvøld eru altíð minnilig.

Í fleiri ár hevur B71 havt nógvar virknar dómarar. Summir hava dømt nógvar dystir, aðrir hava dømt fáar, onkur hevur dømt á høgum støði, meðan aðrir mest eru at síggja í yngru og lægru deildunum. Ongin uppgáva er tó for smá og allir dystir hava týdning. Uttan dómarar, so er tað øllum kunnugt ongin dystur, so vælsignaði farið væl við teimum, sum royna sítt besta, so fleiri leggjast afturat og støðið gerst uppaftur betri í framtíðini.

Ein heilsan til dómara okkara Harald og eisini ein heilsan til starvsfelagar hansara úr Hoyvík; Ørvur og Tobias.

Drívið á dómarar! 🇫🇴

31/08/2026

“Dagen derpå”

Tobias Kokvedgaard, Nicolas Hjertstedt og Pætur Nolsøe frá B71 vitjaðu "3. hálvleik" - FM1 31/08/2026

3. HÁLVLEIKUR

Nichlas Hjertstedt, Tobias Koktvedgaard og Pætur Nolsøe vitjaðu 3. Hálvleik á FM1 í gjár.

Til ber at lurta eftir allari samrøðuni og sendingini annars her 👇

Tobias Kokvedgaard, Nicolas Hjertstedt og Pætur Nolsøe frá B71 vitjaðu "3. hálvleik" - FM1 Tobias Kokvedgaard, Nicolas Hjertstedt og Pætur Nolsøe frá B71 vóru gestir hjá Trygva Absalonsen í sendingini “3. hálvleikur” í kvøld fyri at tosa um tryggjaðu uppflytingina og málini fyri komandi kappingarár í Meistaradeildini. Rúni á Reynatrøð var eisini ígjøgnum av Skála, ...

1. deild menn: B71-B36 5-3 - B71 30/08/2026

MEISTARADEILDIN 2027!

So var tað loksins staðfest. B71 flytir upp og spælir í Meistaradeildini í føroyskum mansfótbólti komandi kappingarár.

Hóast tað leingi bara hevur verið ein spurningur um tíð, nær vit fóru at avgera uppflytingina endaliga, so var forloysningurin og rómurin øgiligur inni í Dal eftir at dómarin floytaði og dysturin ímóti B36 var vunnin 5-3. Veitslurómurin vardi eisini líka frá at dysturin var av, til morgunin eftir.

Dystarfrásøgnin hesu ferð er einamest um hvat og hví og hvussu vit komu her til og hvussu vit søguliga hava klárað okkum áður, umframt eina rúgvu um tær kenslur vit føldu hendan dagin. At enda so mugu vit taka samanum og viðurkenna at "ein er tíðin at dansa" og hóast tað kendist sum at kappingarárið var liðugt, so eru enn 6 dystir eftir at spæla og heili 18 stig.

Skulu vit vinna deildina, ið absolutt má verða málsetningurin til kappingarársenda, so mugu vit aftur í arbeiðshandskarnar komandi vikurnar og dríva á til vit aftur kunnu fara í veitslu, tá sum meistarar í 1. deild!

Hjartaliga til lukku øll somul!

Drívið á B71!

1. deild menn: B71-B36 5-3 - B71 B71 hevði týðiligan yvirvág ímóti næstbesta liðnum hjá B36, ið tóktust ætla sær at spilla ballið eina løtu. Her koma vit! 29. august 2026 er hervið innskrivaður í søgubøkurnar, sum enn ein týdningarmikil dagur í søgu felagsins. Besta mansliðið kláraði at basa B36 og nú er...

30/08/2026

U13 DREINGIR Í FUGLAFIRÐI

Røsku dreingirnir spældu tríggjar dystir í Fuglafirði í gjár og vunnu ein og taptu tveir dystir, harav tann eini var taptur í allarseinastu løtu, eftir at dreingirnir vóru komnir uppá javnt 3-3, eftir at hava verið aftanfyri 2-0. Soleiðis er fótbóltur viðhvørt.

Drívið á B71!

ÚRSLIT:
B71-EB/Streymur(a) 3-4
B71-ÍF(b) 1-5
B71-Víkingur(b) 4-1

29/08/2026

KAPPING Í RUNAVÍK

U13 gentur vitjaðu í Runavík har tær spældu tveir dystir. Ímóti NSí bleiv tað sigur, meðan tað gjørdist tepur ósigur ímóti Víkingi.

Drívið á gentur!

ÚRSLIT:
B71-Víkingur 2-3 (Rósa T. og Isabella 1 mál)
B71-NSÍ 4-0 (Kristensa 2 mál, Rósa S. Og Rósa T. 1 mál)

29/08/2026

HÁLVLEIKSDRÁTTURIN

Tað bleiv ein sera kendur og íðin B71 stuðul, ið vann hálvleiksdráttin hesu ferð.

Eydvarur Petersen hevði atgongumerkið, ið bleiv drigið og vinningurin var ein B71 gávuposi, við B71 turriklæði og B71 koppi.

Hálvleiksstøðan var annars 2-0 til B71. Endastøðan gjørdist hinvegin heili 5-3, í málríka sigrinum, ið tryggjaði uppflytingina aftur til Meistaradeildina í 2027!

Vit gleða okkum sum smá børn, hóast hettar kappingarárið er langt frá liðugt. 6 dystir resta enn í og nú skulu øll segl setast inn at royna at gera arbeiðið heilt liðugt og vinna deildina!

Hjartaliga til lukku til okkum øll!

Drívið á B71!

29/08/2026

💛💙 B71 AFTUR Í MEISTARADEILDINI – EFTIR 15 ÁR! 💛💙

15 ár hava vit bíðað. Nú er dreymurin veruleiki. 🤩🔥

ØLL eru hjartaliga vælkomin í VIRKIÐ á Sandi, har vit hava opið hús frá klokkan 20:00! 🎉

Leikararnir koma við bussi klokkan 20:20, so møtið fjølment og til tíðina, so vit saman kunnu taka ímóti hetjunum, sum hava megnað tað, vit øll hava droymt um! 💛💙

B71 ER AFTUR Í MEISTARADEILDINI! 🏆💛💙

Komið og verið við til at gera hetta til eitt kvøld, vit ongantíð gloyma! 🔥

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Sandur?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Telefon

Internet side

Adresse

Heimasandsvegur 142, Við Meginskúlan
Sandur

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 16:00