HVT
HVT er ein byggifyritøka, ið tekur sær av øllum timbur-og snikkaraarbeiði
02/07/2026
Verkætlanin á Strondum
verkætlanin á Strondum byrjar at líkjast, hetta eru eigara íbúðir, 2 ymisk snið.
Til ber at lesa um tær á betriheim.fo, ella ringja til betriheim um ein ynskir tað.
30/06/2026
Verkætlanin á Strondum, byrjar at taka skap.
Familjuvinarligt, tætt við skúla og dagstovn, blindan veg, og mangt annað, so er tað kanska á Strondum tú/tit skulu búgva.
Betri Heim selur íbúðinar, og ber altíð til at taka eitt prát við tey, um man hevur áhuga í at ogna sær eina.
15/06/2026
Betri heim var eisini við í dag, tá bjóða var til reisigildi av húsunum sum vit hava bygt.
10/06/2026
Verkætlan í Mikladali, byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani, har elementir eru blivin gjørd í høllini, síðani flutt út so hvørt.
Mánadagin byrjaði arbeiði so, at fáa reist húsini, og gongur sum ætla, so eru øll húsini reist, og tekja løgd, longu fríggjadagin. 🔨💪🏻
05/06/2026
Stórur dagur í dag!
Í dag bleiv sáttmálið undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og HVT, at dagføra argjaskúla uttan.
Eisini var seinasti starvsdagur hjá Kára Hvannastein, kári lesur til byggifrøðing, og hevur hann síðani januar verið í starvslæru. Kári hevur siti við nógvum verkætlaðum, millum annað íbúðarbygging á Strondum, og nýggju verkstaðshøllina hjá Wenzel.
Vit takka Kára fyri tíðina, vit siga tó ikki heilt farvæl við hann, tí hann kemur nemliga at arbeiða í summarferiuni. So má man trívast, og tað gleðast vit um. 🔨💪🏻
04/06/2026
7 mánaðir síðani fyrsta smáttan bleiv reist, ígjár bleiv tann 15 ´inda og harvið eisini tann seinasta smáttan reist. Smátturnar eru bygdar av træ-elementum, og hevur hetta arbeiði, bæði gingið væl og skjót.
Tað fyrsta húsið er avhanda, men vit hava fingið nakrar brellbitar at leggja út, sum vísir eitt ómetaliga flott og gott úrslit.
Hetta eru vit stolt av 👌🔨
01/06/2026
Í samband við at Mariann Jacobsen bleiv útlærd, høvdu vit eina lítla hátíðarløtu fríggjamorgunin.
Vit ynskja Mariann hjartaliga tillukku við útbúgvingini, og gleðast um at hon heldur áfram hjá okkum.
27/04/2026
Verkætlanin íbúðarbygging á Strondum, byrjar at taka skap.
Talan er um 2 ymisk snið, eitt á 57 kvm, og eitt á 110 kvm, við blindan veg, beint við skúla og barnagarð.
Ynskir tú meira kunning um hesi, kanst tú venda tær til betriheim, sum selur tær.
https://www.betriheim.fo/soelulisti/ibudarverkaetlan-a-skulavegi-strendur-57m2
https://www.betriheim.fo/soelulisti/ibudarverkaetlan-a-skulavegi-strendur-110m2
05/04/2026
Vit ynskja øllum gleðiligar páskir 💛🐣
25/03/2026
Verkætlanin í miðvági, har vit byggja 15 smáttur, byrjar at taka skap. ìmynda tær, at vakna upp ein summar morgun, til útsýni yvir vatnið, og enda dagin við einum sólsetur. 🔨
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Kontakt virksomheden
Telefon
Internet side
Adresse
Argjaboðagøta 1
Argir
160